Søgan
Søgan
Victor á Lakjuni byrjaði tíðliga í 70'unum at arbeiða, sum rørsmiður. Men so í 1982 setti hann spf. Victor á Lakjuni á stovn, har hann opnaði nýggjan handil og verkstað. Fyritøkan er á sama staði, tó at bæði handil og verkstaðurin er víðka.
Í 2012 keyptu Heðin á Lakjuni, Jákup Oluf á Lakjuni og Anfinn Isaksen fyritøkuna.
Endamálið hjá virkinum er m.a. at veita eina góða HVS-tænastu sum gjørligt, har kundin er settur í hásæti.
Vit selja alt innan fyri HVS ( Hita Vatn Sanitet), ventilatión og baðirúmsmøblar. Í handilinum hava vit sera nógvar og umfatandi útstillningar av baðirúmsmøblum.
Vit hava eitt væl útgjørt verkstað við øllum neyðugum amboðum til at gera øll vanlig smiðjuarbeiði. Nevnast kann eisini at vit hava amboð til plátuarbeiði.
Síðan virkið var sett á stovn er nógv arbeiði komin frá hondini.